Góða Eydnu, Anfinn og felagir

?Nú er tann styndin kkomin til handa?, yrkti Jóannes bóndi á sinni. Tað kann endurtakast nú tit eru á ferð til Danmarkar at samráðast um nýggju ríkisskipan okkara

Væl at vita at málið verður ikki avgreitt á einum fundi, men í morgin verður spónurin settur í greytin. Upprit tykkara verður lagt fram, og frá nú av til móti sumri verður samráðst, og vónandi liggur greitt áðrenn longsta dag.

Tað eru skjótt tvey ár síðani tit fóru undir megnar verkið at evna til eina nýggja frælsis- og sjálvbjargnisskipan fyri land okkara. Tit hava ikki ligið á løtu síðani, men málrættað arbeitt við tí uppskoti, sum nú er førningur tykkara á ferðini til hitt landið, sum vit á javnbjóðis føti skulu arbeiða saman við. Politiskt illverður hevur kanska onkuntíð verið og eitt sindur sjabbut innanboða, og onkrir hvessingar úr øðrum flokkum hava roynt tað teir vóru mentir at órógva siglingina og fáa skipið av kós. Men tit hava higartil klárað at siglt teinin og fara nú einsamallir á skipi inn í havnina, har menn skulu royna sítt avgerandi kynstur.

Rúgvismikið arbeiði og tilfar liggur eftir tykkum. Uppskot í tinginum, upplýsingar av ymiskum slagi, hvítabók og mangt annað er ávegis lagt fyri Føroya fólk. Við spenningi bíðaðu mong av okkum eftir seinasta uppritinum, sum lagt varð fyri uttanlandsnevndina. Tað varð kunngjørt fyri nøkrum døgum síðani og vísti seg at vera eitt væla verk. Samgonguflokkarnir tóku undir við tí, Miðflokkuni var ikki avvísandi, men hinir báðir flokkarnir, sum mest hava sýnt hvessingalyndi, royndu til tað seinasta at loypa øði í grindina. Men ússaligar vóru viðmerkingar teirra. Ongar veruligar grundgevingar, bert orðini um, at teir vóru ímóti at farið var til samráðingar. Ein situr tí eftir við eini kenslu av, at hesir flokkar ongan vilja hava at arbeiða fyri eini loysn av hesum týdningarmikla máli.

Tit arbeiða fyri eini góðari søk. Tit hava eitt gott grundarlag at byggja á. Tit eru væl fyrireikað, og vit eru mong, sum ynskja alt tað besta fyri tykkum við vón um eitt gott úrslit til frama fyri alt Føroya fólk, eisini fyri tey, sum í dag eru í móti.


Góða eydnu.

Jógvan Sudstein