Beate L. Samuelsen
býráðslimur
Øll tey tiltøk, sum fígging er fingin til og sum fígging nú skal fáast til fyri at fáa loyst henda spurning, skulu vit royna avgreiða í hesi býráðssetu.
Tað er í so bláoygt at halda, at nýggja býráðið fer at steðga tí, sum longu er farið í gongd og stungið út í kortið hesum málinum viðvíkjandi.
Sjálvandi gera vit ikki tað.
Og eg kenni væl til tær ætlanir, sum undanfarna býráð er komið við. Men tær røkka neyvan til at loysa allan spurningin, tí tað verða føddir nýggir føroyingar hvønn einasta dag, og flestu teirra skulu eisini hava ansingarpláss bæði áðrenn og eftir ár 2003 í okkara kommunu ? umframt tær smábarnafamiljur sum flyta til kommuna.
Vit vita øll um allar teir stovnar og útibarnagarðar, sum eru á veg ? eisini nær teir eru klárir at taka í brúk.
Hóast hetta koma vit neyvan at fáa loyst henda trupulleika 100 pst.
Tað varð meiri enn eina ferð upplýst av undirritaða upp undir valið í november.
Vit fara ikki at lova nakað, sum ikki kann haldast. Men vit taka undir við alternativum loysnum, sum onnur koma við, um so er, at allar treytir í sambandi við slíkt verða uppfyltar.
At fyritøkur vilja vera við at loysa barnaasingartrupulleikan, eru vit fegin um.
Tí er tað spell, tá fyrireikingararbeiði sum hetta hjá Føroya Tele av ávísum orsøkum dettur niðurfyri, tí tað kundi skunda undir at loyst barnanasingartørvin í kommununi uppaftur skjótari enn ætlað.
At kommunan nú hevur keypt Marinustøðina fer eisini at gera bíðilistan við børnum til ansing munandi stytri, um so er, at ein partur av húsunum skal brúkast til barnasning.
Men, góða Elin, tú veitst væl, at fyri tað um øll tey, sum standa á bíðilista fáa tilboð um ansingarpláss innan ár 2003, so eru fleiri børn komin aftrat, ja, ikki bara tey sum verða fødd fram til tína ásettu tíðarfreist, men eisini aftaná. Tey skulu vit eisini hugsa um.
Vit skulu nokk fáa loyst so nógv av teimum trupulleikum, sum vit megna ? og kanska eitt sindur aftrat við hjálp frá fyritøkum, sum vilja taka undir við ætlanini at fáa børnini ansað.
Vónandi verður tú framvegis eins áhuga at hjálpa til í hesum arbeiði og tú hevur verið áður, soleiðis at talan ikki verður um nakra andstøðu, ið kemur at seta forðingar fyri tí, sum hetta býráðið kemur at útinna í verki á barnansingarøkinum.
Skuldi tað hent, at tú ikki gjørdi tað, klára vit tað alíkavæl.