Fysioterapeutarnir havt aðalfund

Síðsta februardag í allarfagrasta veðri hildu fysioterapeutarnir árliga aðalfundin.

Á skránni var lógarfesta dagsskráin við m.a. ársfrágreiðing og nevndarvali.

Karin Djurhuus, formaður legði fram ársfrágreiðingina við virkseminum farna árið.

Í 1998 fer felagið at arbeiða við:

?Starvsætlan fyri teir starvandi fysioterapeutarnar

?Økisfysioterapi.

Á vali 1998 vóru Sigrun Danielsen, Tóra Tóroddsdóttir og Páll á Reynatúgvu, umframt varanevndarlimirnir sum skulu veljast á hvørjum ári.

Tóra Tóroddsdóttir og Páll á Reynatúgvu ynsktu ikki afturval.

Aftur í ár var valið eitt stríðsval.

Sigrun Danielsen var afturvald, og nývald saman við henni vóru Hjørleif Niclasen og Agnas Mortensen.

Sum varalimir vóru valdar Laila á Lofti og Ann Danielsen.

Í sambandi við aðalfundin vóru formaðurin í Danske Fysioterapeuter Inger Brøndsted, og Helge Andersen á vitjan. Tey kunnaðu nevndina um starvsætlanina í Danmark, og góvu ráð um økisfysioterapi.

Tey høvdu eisini privata viðtalu við teir fysioterapeutar ið ynsktu tað.

Nýggja nevndum í felagnum er: Karin Djurhuus, form., Ingrid Jacobsen, Jónas Johnsson, Hervør Eyðinsdóttir, Sigrun Danielsen, Hjørleif Niclasen og Agnas Mortensen.

Laila á Lofti og Ann Danielsen eru varalimir.