Fyrstu úrvalsrognini komu í dag

Fyrstu rognini frá SalmoBreed til Fiskaaling komu við flogfarinum úr Keypmannahavn seinnapartin. Talan er um 120.000 stk. av eliturogni, sum eru skræddaraseymað til Fiskaaling eftir ynskjum frá føroysku alivinnuni. Avtalan um kynbótasamstarv millum Fiskaaling og SalmoBreed, sum varð undirskrivað á heysti í fjør, kom tískil av álvara í gildi í dag.

Fiskaaling sigur í tíðindaskrivi, at tey fegnast um avtaluna við eitt av fremstu kynbótfeløgunum í heiminum, og tað fer óiva at hava stóran týdning fyri føroysku alivinnuna.

Rognini verða klakt við Áir og verða har í gott og væl eitt ár, tá tey verða flutt á lívfiskastøðina í Skopun.