Fyrstu nemingar-námsfrøðingarnir fingið prógv

Fríggjadagin 19. juni fingu fyrstu nemingar-námsfrøðingarnir prógv. Nemingar-námsfrøðingur er betur kent undir heitinum, taktil-pædagogur. Lærari á skeiðnum var svenska, Birgith Grundberg, sum er zoneterapeut og lærari í nemingar-stimbran

Nemingar-stimbran hevur nógv ár á baki, og eru umleið 3000 sviar, sum hava hesa útbúgving.

Útbúgvingin er partvíst ástøðislig, men starvsvenjingin hevur verið drúgv, og endaði skeiðið við teoretiskari og praktiskari próvtøku. Samanlagt hevur skeiðið vart í 11 vikur.

Henda útbúgving verður serliga nýtt innanfyri skúla- og almannaverkið, og eru tað lærarar, námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava luttikið á fyrsta skeiðnum í nemingar-stimbran, sum varð hildið í Runavík.

Tey sum fingu prógv: Birgith Grundberg, lærari, Osla Gøthe, Selma Tindalíð, Olga Horn, Annika K. Joensen, Anna Jørmundsson, Inga Jensen, Paulina Andreasen og Lív Joensen