Fyrstu nøvnini á ársins Summar Festivali verða avdúkað

Festivalsummarið 2005 gjørdist tónlistarliga ótrúliga stórsligið, og áskoðaratalið avspeglaði hetta. Einki bendir á, at festivalsummarið 2006 verður minnið spennandi



. Longu nú eru fyrireikingarnar komnar væl áleiðis á fleiri av festivalunum. Summar Festivalurin boðar nú frá á heimasíðu síni, at fyrstu nøvnini verða avdúkaði fríggjadagin.
Við stórum aktuellum nøvnum sum Brian McFadden og Anu Johnson og einum gomlum risa sum Shakin Stevens gjørdist Summar Festivalurin í fjør Føroya best vitjaða tónleikatiltak. So spenningurin er stórur hvussu hetta verður fylgt upp.