Fyrstu kráirnar laðaðar

Felagið Gjómaður skipaði fyri fyrsta stóra tiltakinum seinasta leygardag. Eini 40 fólk møttu tilsamans, og tey laðaðu tvær av gomlu kráunum uppaftur

Felagið Gjómaður er ikki so gamalt felag, bert hálvt ár á baki. Tað varð stovnað í januar í ár, og fyrsta tíðin hevur gingið við at skipa felagið – fáa tað upp at koyra, sum tað eitur á nýføroyskum.

Endamálið við felagnum er at varðveita alt tað gamla, sum hevur tilknýti til Gjógv, bæði uttandurða og innandurða. Og fyrsta stóra tiltakið var um vikuskiftið, tá eini 40 fólk tilsamans – íroknað børn – hittust á Gjáarskarði, har tey fóru undir at fáa kráir laðaðar uppaftur.

Hópurin hittist um 10-tíðina á morgni, og so varð brotið upp um armar. Øll hjálptu hugagóð til, smá sum vaksin. Tey høvdu amboð við sær, bæði hjólbørur, spakar og spannir.

Væl gekst í hond, og tá klokkan var farin av trý, varð farið undir at grilla pylsur og búffar sum ein hugnaligan enda á einum verkríkum degi. Tá høvdu tey fingið tvær kráir í uppruna stand aftur.

Bólkurin stakk so aftur í sekkin um 16-tíðina seinnapartin, og fóru vælnøgd hvør til sítt.

Formaðurin í felagnum, Hans Andrias Djurhuus, er farin til skips aftur, men við blaðið hósdagin segði hann, at summarverkætlanirnar fevna um at laða upp gamlar kráir, gróthús og opnahjallar, meðan aktiviteturin um veturin mest verður at skráseta myndir og staðfesta, hvør er á myndunum, tí tey fólkini fara at fækkast, sum kenna tey gomlu og farnu.

Jens Kristian Vang, myndamaður á Sosialinum, var við til tiltakið leygardagin, og hann hevur tikið hesar myndirnar