Tey fyrstu húskini eru flutt inn í íbúðrinar hjá Bústaðir á Heimasta Horni í Havn.
Hóast stórur áhugi hevur verið fyri íbúðunum hjá Bústaðir, skuldu Bústaðir heilt niður á nummar 300 á bíðilistanum fyri allar Føroyar, áðrenn nakar tók av.
Tað standa 1.200 fólk á listanum hjá Bústaðir yvir fólk, sum ynskja sær íbúð í Suðurstreymoy.
Íbúðarhúsini, sum vórðu keypt frá Bank Nordik í februar mánaða í 2014, umfata í alt 24 íbúðir. Bygningarnar eru nr. 36 og nr. 38, ið eru vestastu eindirnar í byggjarínum. Søluprísurin fyri bygningarnar var 38,4 mió.