Systrarnar Óluva og Guðrun Zachariassen náddu í gjár upp á tindin Elbrus, ið ofta verður róptur hægsti tindur í Evropa.
Tær eru á veg niður aftur í skrivandi løtu, og sum skilst hevur sambandið verið vánaligt, og tí er torført at seta seg í samband við systrarnar báðar.
Elbrus er 5.642 metrar høgt og liggur í Kaukasusfjøllunum í Russlandi. Onkur stúrsar kanska við og sigur, at Mont Blanc er hægsta fjall í Evropa. Mont Blanc er 4.810 metrar høgt, so Elbrus er væl hægri. Spurningurin er so, júst hvar markið millum Evropa og Asia gongur. Semja er stórt sæð um, at Kaukasusfjøllini eru markið, men ilt er hjá fólki at semjast um, júst hvar markið gongur.