Fyrstu finalurnar í svimjing í kvøld

Klokkan seks í kvøld verður farið undir fyrstu finalurnar í stóru FM-kappingini í svimjing í svimjihøllini í Gundadali í Havn. Innleiðandi kappingarnar byrjaðu klokkan 1330, og finalurnar byrja klokkan 18.

Áðrenn fyrstu finalurnar fer Palli Ziskason, formaður í Svimjisambandinum, at bjóða vælkomin, og síðani setir Annika Olsen, løgtingskvinna og fyrrverandi landsliðssvimjari, FM 2008.

Heili 14 finalur eru á skránni í kvøld. Raðfylgjan er henda:

Kapping-1, 100 frí kvinnur

Kapping-2, 50 firvald menn

Kapping-3, 200 blandað kvinnur

Kapping-4, 200 bringu menn

Kapping-5, 800 frí kvinnur

Kapping-6, 1500 frí menn

Kapping-7, 50 firvald kvinnur

Kapping-8, 200 rygg menn

Kapping-9, 100 rygg kvinnur

Kapping-10, 200 blandað menn

Kapping-11, 50 bringa kvinnur

Kapping-12, 100 frí menn

Kapping-13, 4x100 frí kvinnur

Kapping-14, 4x100 blandað menn

Í sambandi við føroyameistarastevnuna hevur Svimjisambandið gjørt av at royna framleiðslu og beinleiðis sending av øllum finalum í sjónvarpi. Samstarvsavtala er gjørd við Televarpið, R2-Net og Rás2.

Finalurnar verða vístar beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum hvønn dag, og byrjað verður í kvøld kl 17:45.