TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B68, Páll Guðlaugsson aftaná B68 hevði tapt 1-3 til B36 í Gundadali fyrr í dag.
Páll Guðlaugsson ergrar seg sáran um fyrstu fimm minuttirnar, tá B36 skoraði tvey mál, og ásannar, at hesir fimm minuttirnir gjørdust dýrir fyri liðið.
Páll Guðlaugsson er tó fegin um, at liðið arbeiddi seg væl uppaftur, og vísti góðan stríðsvilja tað, sum eftir var av dystinum. Hann heldur eisini, at onkur málmøguleiki hjá B68 var so stórur, at sjálvt Tróndur Arge hevði skorað uppá teir.