Fyrstu ferð í 27 ár heim áðrenn flaggdagin

Ikki síðani 1991 er Løgtingið farið so tíðliga í summarfrí, sum hesaferð

Áðrenn tingsetan endaði týsdagin 24. apríl í síðstu viku hava vit fleiri ferðir hoyrt løgtingsformannin sagt, at Løgtingið undir øllum umstøðum fór til hús árðenn flaggdagin 25. apríl.

 

Tað verður javnan sagt, at Løgtingið vanliga fer í summarfrí fyri flaggdagin. Men spurningurin er, hvat er »vanligt«, tí tað eru nógvir føroyingar, sum ongantíð hava upplivað, at Løgtingið fer so tíðliga í summarfrí. Vit skulu 27 ár aftur í tíðina – heilt aftur til 1991 fyri at staðfesta, at Løgtingið er farið í summarfrí fyri flaggdagin 25. apríl.

 

Soleiðis kunnu vit siga, at Páll á Reynatúgvu tangerar metið, sum Anfinn Kallsberg hevði sum løgtingsformaður fyri 27 árum síðani.

 

Sjálvt um tað verður sagt, at »Løgtingið fer í summarfrí« ella at »tingsetan endar«, so endar tingsetan ikki fyrr enn á ólavsøku, tá nýggj tingseta tekur við. Løgtingið kann altíð kallast saman til fundar um neyðugt.

 

Niðanfyri sæst, nær seinasti tingufundur hevur verið seinastu árini. (Okkum vantar upplýsingar frá 1992, 1993 og 1995).

 

Tingið heim                                               Løgtingsformaður

 

24. apríl

2018

Páll á Reynatúgvu

5. mai

2017

Páll á Reynatúgvu

29. apríl

2016

Páll á Reynatúgvu

22. juni

2015

Jógvan á Lakjuni

28. mai

2014

Jógvan á Lakjuni

8. mai

2013

Jógvan á Lakjuni

31. mai

2012

Jógvan á Lakjuni

1. juni

2011

Hergeir Nielsen

27. mai

2010

Hergeir Nielsen

31. mai

2009

Hergeir Nielsen

1. juni

2008

Hergeir Nielsen

5. mai

2007

Edmund Joensen

7. juli

2006

Edmund Joensen

18. mai

2005

Edmund Joensen

2. mai

2004

Edmund Joensen

31. mai

2003

Edmund Joensen

4. mai

2002

Finnbogi Ísakson

13. juni

2001

Finnbogi Ísakson

15. juli

2000

Finnbogi Ísakson

30. juni

1999

Finnbogi Ísakson

30. mai

1998

Jógvan Ingvard Olsen

30. mai

1997

Jógvan Ingvard Olsen

14. mai

1993

Anfinn Kallsberg

24. apríl

1991

Anfinn Kallsberg