Fyrstu atgongumerkini fóru beinanvegin

Konsert: Eftir at tíðindini um konsertina við Ron Kenoly og United Voices bórust, hevur áhugin fyri at ogna sær atgongumerki til konsertina verið stórur.

Longu fyrsta minuttin eftir at tíðindini vóru løgd út á Portalin, vóru fyrstu atgongumerkini bíløgd, og síðani hevur verið ein javnur streymur av bíleggingum. Sum tað sær út nú, vera ikki nógv atgongumerki eftir at selja við dyrnar í Kelduni tann 19. desember, verður upplýst frá GJAMMA.