Fyrstu ali­lærl­ing­ar­nir fáa prógv

Á páskum fær fyrsti árgangurin av lærlingum á aliútbúgvingini á Miðnámi í Vestmanna prógv. Magnus Gaard rektari fegnast.

Lestrarblaðið – í Sosialinum nr. 6, 13. februar 2026:

 

Nanný J. Toftegaard

 

Tað hevur gingið væl at skipa útbúgvingina, tí samstarvið við alifyritøkurnar hevur verið gott. Hann heldur, at útbúgvingin hóskar væl til virksemið sum er í skúlanum.

 

Aliútbúgvingin er ein yrkisútbúgving og tekur fýra ár. Útbúgvingin bleiv sett á stovn í 2022, táverandi landsstýrismaður, Jenis av Rana, heitti á miðnámsskúlan í Vestmanna um at skipa eina yrkisútbúgvin til alarar. Havbúnaðarfelagið hevði í nøkur ár kannað møguleikan fyri útbúgvingini, og hevði skrivað tilmæli um, hvussu ein slík útbúgving skuldi skrúvast saman.

 

– Eg svaraði beinanvegin, at tað vildu vit fegin. Eg havi altíð hildið, at vit eiga at hava fleiri útbúgvingar til føroyska samfelagið og vinnulívið, sum í stóran mun er tilfeingisvinnan. Hesin skúlin hevur møguleika fyri at bjóða tað, sigur Magnus Gaard, rektari á Miðnám í Vestmanna.

 

Fyrstu lærlingarnir byrjaðu longu á heysti í 2022, og tá vóru heili 10 sáttmálar gjørdir. Tað er krevjandi at fara undir okkurt nýtt, og tað hevur verið neyðugt við góðum samstarvi við fleiri áhugabólkar, bæði lærlingarnar sjálvar, almennar myndugleikar og alifyritøkurnar.

 

##med3##

 

– Tá vit gera nakað nýtt, eru tað vit, sum eru motorurin sum koyrir hesa útbúgvingina.

 

Lærlingarnir verða útbúnir beint í vinnuna, og samstarvið við alifyritøkurnar hevur verið gott.  Almenni myndugleikin, sum er yrkisdepilin og undirvísingarstýrið, játtar fígging og umsitur lærusáttmálarnar.

 

Tað eru tær tríggjar alifyritøkurnar Hiddenfjord, Mowi og Bakkafrost, sum gera sáttmálar við lærlingarnar. Fyrsta árið hjálpti miðnámskúlin alifyritøkunum at útvega lærlingar, farið var út á skúlarnar at kunna. Síðani hava fyritøkurnar sjálvar lýst eftir lærlignum. Í løtuni eru fýra skúlaskeið í skipanini hjá Miðnámi í Vestmanna, og 30 sáttmálar eru undirskrivaðir.

 

##med4##

– Tað hevur gingið, sum man væntaði, tað er áhugi fyri útbúgvingini, og vit hava eitt frálíkt samstarv við vinnuna um, hvussu skiftið er, tá tey eru til arbeiðis, og tá tey koma til okkum.

 

Fyrsti árgangurin, telist 10 lærlingar, og á páskum verða níggju prógv latin, tann fyrsti hevur longu fingið prógv, tí viðkomandi hevði fingið góðskrivingar. Magnus Gaard er væl nøgdur, nú fyrsti árgangurin er um at vera liðugur.

 

Fyrstu lærlingarnir arbeiddu flest allir í alivinnuni frammanundan. Flestu av lærlingunum sum eru komin aftaná eru nýggir og hava sæð, at fyritøkurnar hava lýst eftir alilærlingum. Tað er ymiskt, hvussu fyritøkurnar velja at gera, summar hava ikki lýst, men hava sent tey í læru sum longu eru í starvi, aðrar fyritøkur hava lýst og marknaðarført alment, hava fingið nógvar umsóknir, og havt setanarsamrøður. Útbúgvingin er so líðandi blivin ein møguleiki, sum ungdómurin sær á jøvnum føti við aðrar yrkisútbúgvingar.

 

##med5##

 

Krevja lærusáttmála

 

Kanningarnar hjá Havbúnaðarfelagnum mettu at 10-15 lærlingar skuldu byrja hvørt ár. Miðnám í Vestmanna hevur fingið 5-10 lærlingar um árið, og Magnus Gaard heldur at tað talið er meira hóskiligt.

 

– Alt sum kemur afturat tilfeingisbreytini er skúlin ikki bygdur til, og tí kunnu vit skjótt fáa hølistrupulleikar. Vit samskifta við myndugleikarnar um útbyggingar, tí vit ynskja at fáa eina ella tvær stovur afturat.

 

Tað sum eyðkennir yrkisútbúgvingar er, at tað handaliga fyllir nógv, men útbúgvingin krevur eisini nakrar almennar lærugreinar, tær eru evnafrøði C, lívfrøði C, enskt C, støddfrøði E og føroyskt E. Yrkislærugreinarnar eru aling av fiski, anlegg og tøkni, trygd, burðardygg framleiðsla og alibúskapur.

##med6##

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Miðnám í Vestmanna bjóðar yrkisútbúgvingar. Fiskivinnuskúlin varð settur á stovn í 1989 fyri at kunna veita yrkisútbúgvingar til tilfeingisvinnurnar í Føroyum, tá var talan serliga um fiskivinnuna. Skúlin hevur eisini havt aliútbúgving áður, og eina landbúnaðarútbúgving, men tá var lítil undirtøka, og tað gjørdi, at skúlin bleiv ein miðnámsskúli uttan lærusáttmálar.

 

– Orsøkin hevur helst verið, at tíðin ikki var búgvin tá. Fyritøkurnar sum skuldu hava lærlingarnar vóru ikki klárar. At tað nú er alivinnan sum streingir á at fáa hesa útbúgvingina er gott, tí alivinnan er tann av tilfeingisvinnunum, sum er best før fyri at taka lærlingar, og gera tað skipað og ordiligt.

 

Miðnám í Vestmanna setur sum krav at lærlingarnir hava lærusáttmála, áðrenn teir byrja skúlagongdina.

 

– Vit kundu loyvt næmingum at tikið fyrsta árið uttan sáttmála, men tey skulu hava sáttmála, áðrenn tey byrja næsta skúlaskeið. Eg vil ikki taka ung fólk inn, uttan at vissa er fyri, at tey fáa eina útbúgving burturúr. Vit mugu tryggja okkum, at vit ikki geva teimum falskar vónir, eg gangi ikki inn fyri at taka fólk inn á ein skúla, og ikki vera sikkur í, at tað kann blíva til nakað, og síðani tveita tey út eftir eitt ár, við ongum.

 

Í 2013 kom nýggj miðnámsskúlaskipan, og tá bleiv Fiskivinnuskúlin til tilfeingisbreytina.

 

– Hetta sum var skilagott at gera, tilfeingisbreytin snýr seg um alivinnu, fiski og landbúna. Afturat hesum hava vit nú yrkisútbúgvingina í aling, og har koma tey við mold undir neglunum, og læra tey meira praktisku økini í tilfeingisvinnuni.

 

Arbeitt verður við at gera gott føroyskt undirvísingartilfar til yrkisútbúgvingina í aling.

 

Lestrarblaðið kann eisini lesast við at trýsta her

 

##med2##

 

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##