TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Gert Hansen hjá Víkingi beint aftaná Víkingur hevði tapt 0-1 ímóti B36 í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Tapið merkir, at fyri fyrstu ferð síðani 2011 verður Víkingur ikki annað liðið í steypafinaluni.
Gert Hansen heldur, at teir fyrstu 10 minuttirnir gjørdust dýrir fyri Víking, tá teir ikki vóru árvaknir tá Eli Falkvard Nielsen skoraði sigursmálið fyri B36.
Gert Hansen heldur, at í seinna hálvleiki hevði Víkingur ríkiligt av málmøguleikum til at skora mál fyri at fáa í minsta lagi umdyst, men tað eydnaðist ikki.
Á jaligu síðuni staðfestir Gert Hansen, at tað er frægari at tapa í fjórðingsfinaluni enn at tapa í sjálvari finaluni. Og nú fær Víkingur eisini sett fokus á landskappingina.