Fyrstiføddi kom 17 dagar ov tíðliga

20 ára gamla Linda Dahl og unnustin, Høgni Midjord vóru úti á miðnátt og skutu rakettir, tríggjr og ein hálvan tíma seinni var lítli drongurin komin í verðina

Tað gekk ótrúliga skjótt fyri seg, tá Linda Dahl átti sín fyrsta fødda.
Vit vóru úti og skutu rakettir upp á miðnátt, men tá vit vóru komin inn aftur máttu vit ringja út á Landssjúkrahúsið og so var tað bara at skunda okkum, sigur Høgni Midjord.
Hann var sjálvur inni við, tá Linda átti.
Tað var sjálvandi eitt serligt upplivilsi. Barnið varð tikið við keisarasnitti, tí pulsurin á Lindu var so høgur, sigur Høgni Midjord.
Hann sigur, at tað, at verða fyrsta barnið, sum føtt var í árinum, eisini var nakað heilt serligt.
Tað er altíð nakað serligt at fáa børn, men tað er eyka stuttligt, at han skuldi vera fyrsti føddi í ár. Men tað er eisini ein eitt sindur undarlig kensla, tí tú kennir seg so hjálparleysan inni har, sigur Høgni Midjord.
Drongurin vigaði 3540 gramm og var 53 sentimetrar langur.

Skelkandi uppliving
Tað gekk ógvuliga skjótt fyri seg.
Nú eri eg jú ikki von við at eiga børn, men tað var eitt sindur skelkandi og óforvæntað, sigur Linda Dahl.
Tey vænta, at Linda sleppur heim sunnudagin ella mánadagin.
Lítli beiggin var føddur heilar 17 dagar ov tíðliga.
Tað var sjálvandi nakað heilt serligt, at gerast tey fyrstu foreldrini í árinum, sigur Linda Dahl.
Høgni Midjord er fótbóltsspælari og spælir við B36.
Og hvør veit, um hesin ikki ein dag eisini fer at spæla við B36, sigur Høgni Midjord.
Men tað verður neyvan so, um abbin fær nakað at siga.