Dagur: Mánadagur 31. oktober 2005 kl. 19:00
Fráferð og koma: Kl. 19:25 av Havnini. Rampan niður á Krambatanga kl. 21:50.
Ferðin: Mett verður, at túrurin frá bryggju til bryggju fer at taka um tveir tímar. Henda fyrsta túrin gekk eitt sindur longri, tí at teir sigldu við trimum motorum í ein hálvan tíma.
Ferðafólkatal: 364
Bilar: 86 persónbilar; 12 vøruvognar; 4 lastbilar; 8 trailarar; 3 20 fót mafi; 1 40 fót mafi.
Veðurlíkindi: 13 til 18 metrar av landsynningi. Eystfallsbroddur, har tað rak upp í ættina.
Meting: Við gamla Smyrli hevði hetta verið ein sjasktúrur. Við nýggja Smyrli ein túrur á stovugólvi.