Fyrsti stóri handilin steðgar sigarettsølu

Magasin í Danmark er fyrsti stóri sjálvtøkuhandil í Norðurevropa, sum steðgar allari sigarettsølu

Stóra danska handilshúsið Magasin er fyrsti stóri sjálvtøkunandil í Norðurevropa, sum steðgar allari sølu av sigarettum.

 

Í morgun ber til fyri seinastu ferð at keypa sigaretti í Magasin á Kongens Nytorv í Keypmannahavn, í Lyngby og í Aarhus. Tað skrivar Politiken í morgun.

 

Klokkan 12 fær danski heilsumálaráðharrin, Ellen Trane Nørby, »heiðurin« at taka niður sigarettpakkarnar á handilshyllunum í Mad & Vin í Keypmannahavn og síðani verður øll tubbakssøla steðgað.

 

Harvið verðu Mad & Vin fyrsti stóri sjálvtøkuhandil í Norðurevropa, sum steðgar tubbakssølu.

 

– Tubbak drepur nógv fólk á hvørjum ári, og tá vit selja sigarettir, eru vit við til at gera fólk bundin av tubbakki. Tað vilja vit ikki, og tí síggja vit onga meining í at halda fram við at selja sigarettir, sigur Ricky Overeem, stjóri fyri mat í Magasin, við Politiken.

 

Magasin hevur valt at steðga tubbakssøluna í teimum trimum býunum hóast tey árliga 65.000 ferðir selja sigarettir. Í staðin fer handilin miða eftir at selja heilsugóðar vørur.