Tað var í fjør, at Fiskaaling keypti útróðrarbátin Norðhavið frá einum fíggingarstovni. Báturin verður brúktur til ymiskar uppgávur, sum Fiskaaling tekur sær av.
- Vit hava hildið, at Norðhavið átti at fingið annað navn, ið stendur meira í samband við arbeiðsøkið hjá bátinum.
Tað siga tey í P/F Fiskaaling, sum nú hava gjørt av at kalla fyrsta stjóran í felagnum, Andrias Reinert, upp.
Á Fiskaaling vísa tey á, at Andrias Reinert er væl kendur í føroyskari alivinnu, eins og í maritimum umhvørvi annars.
- Vit hildu tað tí hóska væl, at báturin varð uppkallaður eftir honum, verður lagt aftrat.