Fyrsti sigurin hjá manningini á Sílinum

Eftir at tær á norðoyastevnu við einari læntari ár endaðu á fjórða plássinum, eydnaðist tað nýggju manningini á Sílinum fyri fyrstu ferð yvirhøvur at vinna á Fjarðastevnuni

5?MANNAFØR GENTUR

Undan norðoyastevnuni varð roknað við, at tær fóru at teljast millum favorittarnar. Men tað miseydnaðist fullkomuliga. Gull favorittarnir umborð á Sílinum endaðu á fjórða plássi.
Á Skálafjørðinum gekk alt upp í eina hægri eind. Genturnar umborð á Sílinum vunnu. Kappingin var ógvuliga tøtt. Fjarstøðan aftur til Blik, sum vann í Klaksvík, og Havfrúnna, var ikki stór. Men hon var nóg stór til, at genturnar umborð á Sílinum kundu fegnast um fyrsta sigurin nakrantíð, sum nakar av teimum hevur vunnið í kappróðri. Harvið syrgdu tær fyri, at Havnar Róðrarfelag aftur hesa ferð vann fýra av seks kappingum, sjálvt um Havnarbáturin hesa ferð varð ov stuttur.
? Vit vóru allar við 6?mannafarinum Víkingi í fjør. Eingin okkara hevði róð áður, og vit vóru ikki so illa nøgdar við, at vit endaðu á fimta plássinum í FM kappingini. Serliga ikki tá kvinnurnar umborð á nýggja Gongurólvi bara vóru eitt pláss frammanfyri okkum. Í vár fóru allar tær, sum í fjør vunnu allar róðrarnar við Sílinum, umborð á Gongurólv, og so valdu vit at taka okkum av at manna Sílið, sigur bátsformaðurin Marina Moraitis.
Einki aldursmark er fyri manningarnar á gentubátunum. Tá ið bátsformaðurin sigur, at tær allar vóru við til at manna 6?mannafarið Víking í fjør, spyrja vit, um tað so vil siga, at miðalaldurin umborð á Sílinum er rættuliga høgur, og svarið er, at hann er átjan ár.

Ein ár brotnaði
Sílið varð mett sum favorittur undan norðoyastevnuni, men tær megnaðu ikki meiri enn fjórða plássið. Tað kann hugsast, at veðurlíkindini spældu inn. Men bátsformaðurin hevur tvær aðrar frágreiðingar, sum í hvussu so er eru partur av søguni um, at tað eydnaðist væl betri hesa ferð, enn tað gjørdi fyri fjúrtan døgum síðani:
? Tað ávirkaði heilt víst í Klaksvík, at vit noyddust at læna eina ár. Dreingirnir umborð á Sílinum brutu eina ár, tá ið teir hitaðu upp. Teir læntu eina ár umborð á Drekanum. Men Drekin luttók í gentukappingini, og so var neyðugt hjá okkum at fáa eina aðra ár til vega. Vit stríddust eina løtu, og so eydnaðist at læna eina ár í Klaksvík. Trupulleikin var, at hetta var ein ár, sum hoyrdi til rúmbekk. Okkum tørvaði eina ár til toftibekk, og tað er ikki heilt tað sama.
Hin frágreiðingin um, at tað royndist væl betri hjá gentunum umborð á Sílinum hesa ferð, enn tað gjørdi í Klaksvík, sigur bátsformaðurin vera hesa:
? Vit hildu okkum rógva í so seigan í Klaksvík. Undan Fjarðastevnuni rættaðu vit eitt sindur upp á rútmuna, og vit halda, at tað var ein av orsøkunum til, at tað hesa ferð royndist væl betur.
Blikur, sum vann í Klaksvík, var næstfremstur. Tá ið hálvt málið var rógvið, vóru argjagentur væl aftanfyri Havfrúnna úr Vestmanna, men tað eydnaðist teimum at taka Havfrúnna við einari stórari hálvari bátslongd. Sílið var eina lítla hálva bátslongd frammanfyri Blik. Manningin á Sílinum er henda: Rúna Jacobsen ? Marina Moraitis, Barbara Jacobsen, Anna Høgnesen, Hildigunn Niclasen, Arndis Andreasen og Lív Gåsedal.

Tíðirnar
01Sílið05:20:04
02Blikur05:21:11
03Havfrúgvin05:23:06
04Drekin05:25:06
05Ørnin05:27:10
06Firvaldur05:28:22
07Junkarin05:31:07
08Fípan Fagra05:33:04
09Hulda05:47:10
10Kollur05:48:16
11Tjaldrið06:02:00