Fyrsti maður á mánanum deyður

Amerikanski rúmdarmaðurin Neil Armstrong, ið var fyrsti maður, ið setti fótin á mánan, doyði um vikuskiftið

Neil Armstrong doyði av trupulleikum, sum hann fekk aftan á eina hjartaskurðviðgerð fyri trimum vikum síðani. Hann var 82 ára gamal.

Neil Armstrong skrivaði sítt navn í heimssøguna tann 20. juli í 1969, tá hann sum tað fyrsta menniskja setti fótin á mánan. Í hálvan triðja tíma gjørdu hann og felagin Edwin Aldrin ymsar kanningar á mánanum, meðan tann triði maðurin á ferðini við Apollo 11, Michael Collins, fleyg uppi yvir teimum í farinum Columbia.

Tað sigst, at 500 milliónir fólk sótu og bíðaðu, summi við sjónvarpstólið, onnur við útvarpstólið, tá tey hoyrdu Armstrong kalla á Nasa-støðina í Houston og siga tey kendu orðini "Houston, Tranquility Base here. The Eagle has landed".

Ikki minni kend eru orðini "That's one small step for man, one giant leap for mankind", ið hann segði, tá hann var komin úr stiganum og hevði sett fótin niður á mánan.

Spenningurin var eisini stórur, tá Armstrong og Aldrin skuldu fara upp frá aftur, og um tað mundi fara at eydnast at knýta lendingarfarið at móðurfarinum. Men alt gekk sum ætlað, og tann 24. juli komu teir tríggir sveimandi í fallskíggja niður á sjógvin nærhendis Hawaiioyggjunum.

Tvær rúmdarferðir
Neil Alden Armstrong var føddur í býnum Wapakoneta í statinum Ohio tann 5. august í 1930. Longu sum 15 ára gamal lærdi hann at flúgva, og tann dagin hann fylti 16, fekk prógv sum flogskipari. Hann gjørdi hertænastu og var millum annað í krígnum í Korea í fimmtiárunum.

Seinni gjørdist hann royndarflogskipari hjá amerikanska flogvápninum, og hann fleyg ikki færri enn 900 royndarferðir. Í 1962 kom hann upp í tað serliga rúmdarmannaliðið hjá rúmdarumsitingini Nasa, og í 1966 var hann á síni fyrstu ferð úti í rúmdini við Gemini 8. Hetta var samstundis tann fyrsta ferðin, at amerikanarar bundu tvey rúmdarfør saman.

Tá Nasa gjørdi av at seta fólk á mánan, fall tað Neil Armstrong í lut at standa fyri ferðini, sum hann fullførdi í juli í 1969 saman við Edwin (Buzz) Aldrin og Michael Collins.

Neil Armstrong gavst hjá Nasa tvey ár aftan á mánaferðina. Hann var útbúgvin verkfrøðingur og arbeiddi í mong ár sum professari í verkfrøðivísindi.


Av tilvild

Sum rímiligt er, bleiv Armstrong ofta spurdur seinni um tað at hava verið tann fyrsti, ið hevði verið á mánanum, men hann gjørdi ikki nógv burtur úr sínum leikluti.

-Eg bleiv ikki útvaldur til at verða tann fyrsti, men tað vildi so til, at eg kom at standa á odda fyri júst hasari rúmdarferðini. Tað vóru ytri umstøður, sum gjørdu, at eg fekk handan leiklutin, segði hann í einari samrøðu, tá hann fylti 80 fyri tveimum árum síðani.

Armstrong varð fleiri ferðir heiðraður fyri sítt avrik. Aftan á ta søguligu ferðina heiðraði Richard Nixon, forseti, teir tríggjar Apollo 11-menninar við the Presidential Medal of Freedom, í 1978 heiðraði táverandi forsetin Jimmy Carter teir tríggjar við the Congressional Space Medal of Honor, og í 2009 vórðu teir heiðraðir við the Congressional Gold Medal.

Barack Obama, forseti, brúkti eisini óvanliga stór orð, tá deyðsboðini av Neil Armstrong bórust um vikuskiftið. Hann segði, at tann fyrsti maðurin á mánanum hevði eggjað einari heilari tjóð til at toyggja seg upp ímóti stjørnunum.

-Neil var millum tær størstu amerikonsku hetjurnar, ikki bara í okkara tíð, men nakrantíð, segði Obama í einari fráboðan leygardagin.


Send honum eitt blunk

Vit onnur kunnu eisini heiðra Neil Armstrong. Í hvussu er hava vit fingið eini ráð frá hansara avvarandi:

-Til teirra, sum vilja sleppa at heiðra Neil, hava vit eitt einfalt ynski. Næstu ferð tú fert út fyri dyr eitt stjørnuklárt kvøld, og mánin stendur á himmalinum og brosar niður til tín, kanst tú hugsa um Neil Armstrong og blunka til hansara.


Myn tað fyrsta sporið
Myndatekstur:

Tann søguliga løtan. Neil Armstrong setir fótin niður á mánan (Mynd: Nasa)


+ mynd manningin
Myndatekstur:

Manningin á Apollo 11: Frammanfyri mánamenninir Neil Armstrong og Edwin (Buzz) Aldrin. Aftanfyri Michael Collins (Mynd: Nasa)


+ mynd fótaspor
Myndatekstur:

Fótasporini vóru týðilig á mánaskorpuni (Mynd Nasa)