Fyrsti kvinnuligi venjarin í næstbestu norsku mansdeildini í fótbólti

Vilde Mollestad Rislaa er venjari hjá Skeid Oslo

Mánakvøldið var norsk fótbóltssøga skrivað.

 

Fyri fyrstu ferð nakrantíð stóð ein kvinna á odda fyri eitt lið í næstbestu mansdeildini í fótbólti í Noregi.

 

32 ára gamla Vilde Mollestad Rislaa fekk tó ikki ein sigur við liðnum hjá sær, Skeid Oslo, ið mátti lúta 1-2 fyri gamla liðnum hjá Gilla R. Sørensen, Odd á útivølli.

 

Talan er kortini um eina stórhending í Noregi, og helst í fótbóltsheiminum yvirhøvur.

 

Vilde Mollestad Rislaa hevur higartil gjørt tað framúr sum høvuðsvenjari hjá Skeid Oslo. Farna kappingarár vann hon saman við liði sínum uppflyting úr triðbestu deildini til næstbestu deildina, ið norðmenn nevna OBOS-liguna. 

 

Spenningurin er stórur í Noregi hvussu hon og lið hennara fara at standa seg.

 

Enn hevur ein kvinna ikki staðið á odda fyri einum liði í bestu mansdeildini í Noregi. Men tað verður uttan iva veruleiki innan fá ár.