Nú nærkast av álvara, at fyrsti kilometurin verður lagdur afturum í Eysturoyartunnlinum. Sambært seinastu dagføring frá tunnilsfelagnum vísir, at nú eru 510 metrar boraðir á Strondum og 232 metrar á Hvítanesi. Tilsamans eru tað also 742 metrar, ið eru boraðir.
Í síðstu viku blivu 42 metrar sprongdir og á Hvítanesi blivu 57 metrar sprongdir.
Tað er umleið tað, ið væntandi var frá byrjan av, tá tað bleiv sagt, at umleið 100 metrar um vikuna blivu sprongdir tá bæði liðini arbeiddu við fullari megi.









