Fyrsti fangin deyður

Stanislav Ryniak var fyrsti fangin í nazistisku týningarleguni Auschwitz. Fyrr í vikuni doyði hann

Stanislav Ryniak fór til gravar í Wroclaw í Pólandi mikudagin. Hann var 89 ára gamal, nú hann doyði.
Stanislav Ryniak varð tikin í heimbýnum Sanok í mai í 1940. Hann var tá 24 ára gamal, og týskararnir vildu vera við, at hann var uppi í polska mótstøðuherinum. Ein mánað seinni sendu týskararnir tað fyrsta tokið við fangum til týningarleguna Auschwitz.Í tokinum vóru fleiri hundrað polskir fangar, og ein teirra var Stanislav Ryniak.
Fangarnir fingu hvør sítt nummar, sum varð tatoverað á armin. Týskararnir gjørdu av, at 30 týskir brotsmenn skuldu skrásetast fyrst. Stanislav Ryniak fekk nummar 31, og hann sostatt tann fyrsti fangin í leguni.
Í 1944 varð hann fluttur til arbeiðsleguna Leitmeritz, sum í dag er í Kekkia. Har arbeiddi hann, til kríggið endaði. Tá hann slapp leysur, vigaði Stanislav Ryniak 80 pund.
- Eg dugi ikki at siga, hvussu eg helt mær á lívi. Men eg spyrji enn tann dag í dag, hvaðani eg fekk megi til tað, segði hann í samrøðu við polsku tíðindastovuna PAP í 1995.
Nazistarnir bygdu leguna í Auschwitz í 1940. 1,5 milliónir fangar, teir flestu jødar, doyðu har.