Í dag er stórur dagur, nú tað verður koyrandi í Eysturoyartunlinum. Eingin ivast í, at hetta verður kollveltandi á so mongum økjum.
Í fótbóltshøpi hevur verið tosað um, at tunnilin fer at bera við sær, at fleiri fótbóltsspælarar fara at flyta millum feløgini í høvuðsstaðnum og á Skálafjørðinum og í Eysturoy.
Og longu í dag verður fyrsti spælarin kunngjørdur.
In.fo veit frá álítandi keldu, at NSÍ hevur gjørt avtalu við ein av stóru HB profilunum nógvu tey seinastu árini.
Talan er um Trónd Jensen, sum nú skal spæla við NSÍ. NSÍ hevur leitað eftir spælara, sum kann stýra spælinum á miðvøllinum, og hann hevur felagið nú funnið í Tróndi Jensen.
27 ára gamli Tróndur Jensen hevur - burtursæð frá í 2015 tá ið hann spældi 10 dystir við AB - bara umboðað barndómsfelagið HB. Eftir at hann 15. september í fjør í heimadysti ímóti Skála sleit krossbandið, hevur fyrrverandi spælskiparin ikki aftur vunnið plássið á HB miðvøllinum. Í 11-0 heimasigrinum ímóti AB 12. august varð hann skiftur inn, tá ið tað restaðu átta minuttir, og tilsaman var hann seks ferðir á HB liðnum á leiðini fram ímóti greipuni.
Tá ið greipuvinnararnir í HB ikki hava hildið, at Tróndur Jensen skal teljast millum lyklaspælararnar, hevur Tróndur leitað eftir øðrum felag, nú hann er sáttmálaleysur. Tað hevur ljóðað, at hann møguliga fór at spæla við B36 ella KÍ. Nú er tað greitt, at tað heilt skjótt – kanska longu í dag – verður kunngjørt, at sáttmáli er undirskrivaður millum NSÍ og Trónd Jensen, sum nú fer at koyra í Eysturoyartunlinum til og frá venjing og dystum við Løkina í Runavík.
Sambært faroesoccer.com hevur Tróndur Jensen spælt 167 dystir í bestu deildini, 24 dystir í kappingini um løgmanssteypið og ellivu dystir í europeisku kappingunum.
Tróndur hevur spælt tveir landsdystir, fýra U-21 landsdystir, tríggjar U-19 landsdystir og fýra U-17 landsdystir.