Fitt av fólki var savnað, og tað var gott lív í, tá ið svenska Alina Devecerski fór á pallin nakrar minuttir yvir midnátt á G! í gjárskvøldið.
Sambært Jón Tyril, talsmanni hjá festivalinum, kundi mjørki á flogvøllinum og eftirfylgjandi avlýsing av donsku Reptile Youth ikki taka góða hýrin frá festivalgestunum, sum vóru heldur fleiri í ár enn hósdagin í fjør. Lýggja summarveðrið og ein væleydnað nýggj uppseting av festivaløkinum høvdu helst sín stóra leiklut í at skapa góða festivalhýrin, heldur talsmaðurin hjá G!
Sum nakað nýtt sleppa øll ókeypis inn á festivalin frá kl 12 til kl 16, og børn til og við 12 ár hava ókeypis atgongd til allan festivalin. Umframt tónleik bjóðar G! í ár m. a. upp á filmssýningar, yrkingaupplestur, pottar, sauna, festivalkirkju.
Fyrsta live framførslan í dag verður við Marius Ziska á nýggja pallinum á torginum kl. 13.50.
Av øðrum tónleiki á skránni í dag kann nevnast LV & Okmalumkoolkat úr London og Suðurafrika, Karin Park úr Svøríki, MRC Riddims úr Harlem í New York, Den Sorte Skole úr Danmark, umframt Eivør, Teitur, Hamferð og onnur.