Elin Mortensen byrjaði í dag í sínum nýggja starvi sum sendikvinna í Brússel. Tað skrivar sendistovan á facebook-síðu síni.
Elin Mortensen er útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá Københavns Universitet. Hon hevur starvast í Uttanríkistænastuni síðan 2009, har hon hevur røkt ymiskar uppgávur.
Í sínum starvi í Uttanríkistænastuni hevur hon millum annað fingist við fiskivinnusamráðingar, arktiskum og norðurlendskum samstarvi og sambandinum millum Føroyar og ES. Harumframt var hon forkvinna í Brexit-bólkinum hjá landsstýrinum. Hetta er fyrstu ferð, at Elin Mortensen røkir starvið sum sendikvinna.
Elin Mortensen tekur við starvinum sum sendikvinna eftir Kate Sanderson, ið hevur verið sendikvinna í Brússel síðan 2012.
Talan er eisini um fyrsta arbeiðsdag hjá Hákun J. Djurhuus, ið er nýggjur sendimaður til Moskva. Hann hevur starvast í Uttanríkistænastuni síðani 1998, og var sendimaður í Brússel árini 2000 til 2008, og sendimaður í Reykjavík frá 2011 til 2015.