Fyrsti almenni svimjihylurin í Havn

Myndin er av fyrsta almenna svimjihylinum í Havn. Í 1930 tók býráðið í Havn av einum tilboði frá Óla Jákup Hansen, Jacob Hansen og Niels Arge, upp á bygging av einum svimjihyli. Tilboðið var upp á kr. 3.185. Hylurin varð liðugur sama ár, og dýpdin var 2-6 metrar.

Árið eftir, í 1931, vóru skiftirúmini og trappan niður í hylin gjørd. Kostnaðurin var 1.400 krónur. Peningurin kom inn á henda hátt: Ein av stigtakarunum, Absalon Joensen, fotografur, skipaði fyri ein myndaframsýning, har tað kostaði 25 oyru at koma inn. Inn komu tilsamans 100 krónur. Býráðið læt 600 krónur, og tær írestandi 700 krónurnar komu inn við ymiskum innsavningum og tiltøkum.

Hesin svimjihylurin var í nýtslu til 1949, tá avgjørt var at lata hann aftur. Myndin er tikin á ólavssøku í 1932.

Í 1953 byrjaði arbeiðið upp á nýggjan svimjihyl í Gundadali. Hesin varð tikin í nýtslu í 1959. Í dag er Badmintonhøllin bygd oman yvir tann svimjihylin.

Tað vil siga, at havnarfólk høvdu ongan svimjijyl í 10 ár, frá 1949-1959.

Innsetta myndin er av fyrsta svimjihylinum og umhvørvinum í Gundadali.

Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at viðmerkja í samband við myndirnar, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon: 314647 / 273168.

Myndaeigari: Føroya Fornminnissavn