Fyrsta vikan á Ítróttaháskúlanum væl eydnað

Upplivingar í náttúruni og samansjóðing hava verið á skránni.

Næmingarnir á nýggja ítróttaháskúlanum í Suðuroynni hava í farnu viku havt sína fyrstu viku á skúlanum, og skúlin sjálvur hevur somuleiðis virkað í eina viku.



Vikan hevur verið væl eydnað, frættist av skúlanum.



Næmingarnir hava verið túr á súkklu í Sumba, Akrabyrgi og Víkabyrgi, og sovið varð í tjaldi. Eisini hava teir eittnú verið uppi á Borgarknappi.



Fyrsta vikan hevur verið nýtt til samansjóðing, og umframt upplivingar í náttúruni, hava næmingarnir eisini hugnað sær í nýggju smáttunum, ið eisini virka sum næmingabústaðir, har heitur pottur er partur av smáttuøkinum.



Í morgin byrja teir 19 næmingarnir næstu vikuna og skeiðið heldur fram til fyrst í desember.