Fyrsta venjingin boðar frá góðum

A-landsliðið hevði í kvøld sína fyrstu venjing í Beograd. Talan var um eina góða venjing har allir leikararnir luttóku. Landsliðsvenjarin metir hansara torførastu uppgáva verða at skula velja frá til dystin týskvøldið.

 

Brian Kerr og hansara men høvdu í kvøld eina venjing á Partizan Teleoptik, sum er venjingarøkið hjá serbiska stórfelagnum, FK Partizan. Nógvi hitin í dag gjørdi, at Brian Kerr valdi at hava venjingina um kvøldið. Fyrr í dag var hitin omanfyri 30 hitastig í sólini, meðan tað í kvøld er nakað minni av hita.

 

Umstøðurnar á venjingarøkinum vóru framúr og venjingin gekk eisini væl. Allir tóktust kunna luttaka við fullari orku og lagið er eisini gott á monnum. Stóri spurningurin er framvegis um Jákup Mikkelsen verður við, men hann vandi so við í kvøld.

 

Brian Kerr segði eftir venjingina, at hann hansara størsti trupulleiki í løtuni er at velja menn frá, tí hópurin er styrktur so nógv í seinastuni.

 

Umboð frá FSF lata væl at umstøðunum og siga eisini, at U-21 landsliðslegan, sum heldur til góðar 200 kilometrar frá høvðusstaðnum, hevur tað gott og at umstøðurnar hjá teimum eisini eru góðar.

 

Bæði landsliðini spæla týsdagin EM undankappingardystir móti Serbia.

 

Fyri ein góðan innanhýsis skild, so kann nevnast, at "A-liðið" við Atla Gregersen og Fróða Benjaminsen á odda vann innanhýsis dystin, sum var spældur móti endanum. Tað verður tað gingið høgt upp í til venjing.