Fyrsta tíðin við korona fekk onga ávirkan

Eingin ábending er um, at fólkavøksturin er hæsaður av

 

Tann fyrsti mánaðurin við korona í Føroyum, hevur havt álvarsligar avleiðingar fyri ein stóran part av samfelagnum.

Men tað sær ikki út til, at tað hevur nakra ávirkan á fólkatalið í Føroyum, tí fólkatalið veksur enn við somu fer, sum tað hevur gjørt seinastu árini.

Kortini sæst tað, at flytingin ímillum Føroyar og útlond er minkað nakað. Men tað er serliga flytingin úr Føroyum, sum er minkað, so munurin ímillum tilflyting og fráflyting er vaksin.

Tað merkir, at væl fleiri fólk eru flutt til Føroya, enn tað eru flutt úr Føroyum, og tað er ein orsøk til, at fólkaalið heldur fram at veksa, sigur Hagstovan í eini nýggjari uppgerð.

Tann 1. apríl búðu sostatt 52.428 fólk í Føroyum, og tað eru 856 fólk fleiri enn tann 1. apríl í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 1,7 prosent.

Hetta kemur av at tað eru 272 fleiri børn fødd enn tað vóru fólk, sum doyðu og samstundis vóru tað 584 fólk, sum fluttu fleiri til Føroya, enn tað fluttu úr Føroyum.

Nú hava vit havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum hesi seinastu seks árini, og í miðal veksur fólkatalið eini 70 fólk um mánaðin.