Landsstýrismaðurin við vinnumálum metir tað sum fyrsta stig til menning av Postverki Føroya, at hemild nú er fingin til at stovna partafelag, sum skal taka sær av postflutningi í Føroyum.
?Tað er sambært politiskari avtalu, at hetta verður gjørt nú, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður.
Men ikki minst er tað tí, at tað í grundini hevur skund. Tað standa nevniliga 30 milliónir krónur tøkar til endamálið í ár. Verða tær ikki brúktar í hesum árinum, fella tær aftur til landskassan, og næsta ár verða tær ikki at finna á fíggjarlógini.
Tað, sum nú verður gjørt, er at fáa stovnað sjálvt felagið. Lógir og reglur annars verða so gjørdar, so skjótt til ber, og so kann felagið fara til verka.
Nýggja partafelagið fær sum høvuðsuppgávu at reka postflutning, sigur Bjarni Djurholm. So verður tað up til leiðsluna í felangum at gera av, hvussu tann flutningurin verður skipaður. Um tað verður eftir verandi skipan, ella onkur heilt onnur skipan verður funnin.
Men hann fegnast um, at nú kann fleagið fara til verka uttan at vera bundið av politiskum vilja ella óvilja til at gera tað ella tað.
Postverkið kann eftir nýggju skipanini ganga nýggja leiðir og finna nýggjar inntøkur, vísir Bjarni Djurholm á.
Hann nevnir Føroya Tele sum eitt dømi um alment partafelag, men sigur samstundis, at hesi bæði illa kunnu sammetast. Tí meðan Føroya Tele var eitt felag, har framgongd var á økinum, hevur Postverkið beint øvugtar fyritreytir. Har hevur bara verið afturgongd í seinastuni. Ikki minst orsakað av politiskum bindingum, sigur landsstýrismaðurin.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður sigur, at tað er ávísur lætti at sleppa av við Postverkið soleiðis politiskt.
?Nú verður tað upp til nevndina í nýggja felagnum at taka støðu til virksemið í framtíðini. Og eg gleði meg til at síggja Postverkið fara at mennast, sigur hann.