Fyrsta stórtapið í hesari undankappingini

Føroyar hava fingið fyrsta skrædlið í hesari undankappingini við 5-0 tapi ímóti Fraklandi á útivølli.

 

Frakland var bara klassar betri enn Føroyar, og hevði tað ikki verið fyri eitt framúr avrik hjá Jákupi Mikkelsen, og høvdu stengurnar ikki verið við okkum í fyrra hálvleiki, so torir ein ikki at hugsa hvat hevði hent. Føroyska liðið stríddist, men sjáldan hevur yvirmaktin - fyri ikki at siga ongantíð - verið so stór, sum hon var í kvøld. Kanska bara, tá Føroyar taptu 0-7 ímóti Rumenia í Bucarest í 1992.

 

Føroyingar lógu framvið nakrar ferðir, og Fróði Benjaminsen hevði kunnað pyntað um úrslitið í yvirtíðini.

 

Frakland kundi kortini ikki brúka úrslitið til so ræðuliga nógv, tí Serbia vann eisini 5-0 á Rumenia í kvøld, og teir hava sostatt tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum. Eysturríki vann 2-1 á Litava í Wien. Frakland hevur kortini tryggjað sær 2. plássið í bólkinum og rættin at spæla tveir play-off dystir ímóti einum øðrum tveyara, um rættin at vinna sær luttøku í HM-endaspælinum í Suður-Afrika komandi summar.

 

Frakland-Føroyar 5-0 (2-0)

 

34. min. André-Pierre Gignac 1-0

39. min. André-Pierre Gignac 2-0

53. min. William Gallas 3-0

86. min. Nicolas Anelka 4-0

88. min Karim Benzema 5-0

 

Støðan :

 

1 Serbia 9 7 1 1 21-6 22

2 Frakland 9 5 3 1 15-8 18

3 Eysturríki 9 4 2 3 13-12 14

4 Litava 9 3 0 6 8-10 9

5 Rumenia 9 2 3 4 9-17 9

6 FØROYAR 9 1 1 7 4-17 4