Fyrsta spøkilsisskipið er eitt gamalt oljutangaskip hjá amerikanska herflotanum. Tað kom til Hartlepool í Norðuronglandi mikudagin, har tað skal høggjast upp.
Bretskir umhvørvisfelagsskapir eru alt annaðenn fegnir um skipini. Teir siga, at nógv asbest og onnur vandamikil evni eru í skipunum,og at tað er vandamikið fyri umhvørvið í Hartlepool, verða skipini høgd upp har. Stjórnin í London gav umhvørvisfelagsskapunum rætt og steðgaði ætlanini, men upphøggingarfelagið hevur kært avgerðina. Tí koma skipini kortini.
Tey, sum arbeiða við upphøgging, eru fegin um tey amerikonsku skipini, tí tey tryggja teimum arbeiði í langa tíð. Tey vísa eisini á, at leiðin við Hartlepool er longu illa dálkað, og at tað ger ongan mun, at tey amerikonsku skipini koma afturat.