Atli S. Petersen, Sveinur Høgnason og John Vilhelmsen hava sett sær fyri at fara úr Føroyum niður til Keypmannahavnar á vatnskutara. Ein ikki heilt vandaleys ferð um Atlanshavið, men teir eru uppsettir, og vilja avstað.
Túrurin hevur verið ávegis leingi, og nógv hevur verið gjørt fyri at savna saman pening og stuðul til ferðina, og fyrr í hesi vikuni var klárt at fara.
Seinnapartin týsdagin var klárt. Teir løgdu av landi frá Argjum, og settu kós ímóti Danmark. Men túrurin endaði fyrr enn ætlað, tí teir endaðu aftur í Føroyum.
Grundin til at teir vendu aftur var, at tríggir bensin dunkar vóru horvnir og tveir vóru klovnaðir. Hetta uppdagaðu teir, tá teir vóru komnir hálva leið til Hetlands, og mettu seg ikki hava nóg mikið av brennievni til at halda fram.
Á heimasíðuni hjá teimum á www.watercraft.fo stendur at lesa, at næsta royndin verður so skjótt líkindi verða til tess, so enn hava djarvu menninir ikki givið upp.










