Fyrsta reportasjan hjá Rás2 úr Suðuramerika

Rás2 var til HM play off dystin millum Uruguay og Jordan í Montevideo

Seinastu seks árini hevur Rás2 havt sendingar og reportasjur úr nógvum londum í Evropa, umframt sendingar úr Ísrael og úr USA. Nú fer Rás2 eisini at hava bandaðar og redigeraðar sendingar úr Suðuramerika.

 

Í januar og februar verða ferðafrásagnir á Rás2 úr tí lítla suðuramerikanska landinum, Uruguay, sum er serliga kent fyri síni brøgd á fótbóltsvøllinum. Uruguay hevur vunnið 20 heiti. 15 ferðir hava teir verið suðuramerikanskir meistarar, á tveimum sinnum heimsmeistarar, og á tveimum sinnum olympiskir gullvinnarar, og einum sinni vinnarar av einari kapping fyri fyrrverandi heimsmeistarar í 1980.

 

Ferðafrásagnirnar fara at verða á skránni fríggjamorgnar í januar og í februar. 

 

Rás2 var til seinna play off dystin millum Uruguay og Jordan á Centenario leikvøllinum í Uruguay. Sami leikvøllur, sum var upprunaligi leikvøllurin til ta fyrstu HM-finaluna millum Uruguay og Argentina í 1930.

 

Uruguay var á odda 5-0 ímóti Jordan áðrenn returdystin í Montevideo, og tí var eingin spenningur um útfallið. Tó var ein serlig hátíðarløta ein tíma áðrenn dystin, tá teir 70.000 áskoðararnir fagnaðu sigursmálinum hjá Alcides Ghiggia í HM-finaluni tann 16. juli í 1950. Alcides Ghiggia sæst á myndini saman við greinaskrivaranum og Ivani Eginssyni Eysturland. Teir 200.000 áskoðararnir á Maracana leikvøllinum tagdu púrasta, tá Alcides Ghiggia skoraði sigursmálið til 2-1 í tí avgerandi dystinum millum Brasil og Uruguay. Alcides Ghiggia hevur sjálvur sagt: - Tað vóru bert tríggir mans, sum kundi fáa 200.000 fólk at tiga samstundis, pávin, Frank Sinatra og eg.

 

Undir myndini ber til at hoyra reportasjuna frá dystinum millum Uruguay og Jordan, sum endaði við javnleiki 0-0. Fremst hoyrist løtan, tá tann 87 ára gamli Alcides Ghiggia var fagnaður. Í reportasjuni hoyra vit eisini frá Joaquin Memoli Suarez, umframt, at Ivan Eginsson Eysturland greiðir frá. Reportasjan varð send í seinnapartssendingini hjá Rás2 í dag, og er sostatt fyrsta reportasjan hjá Rás2 úr Suðuramerika. 

 

Á hesari slóðini sæst løtan, tá føroyingarnir heilsaðu uppá Alcides Ghiggia og góvu honum ein myndakalendara frá Miðlahúsinum: http://www.youtube.com/watch?v=FkBWY-tyqTA