Fróðskaparsetri skrivar, at EUNICoast stendur fyri The European Alliance of Islands, Ports, and Coastal Territories, og í samstarvinum eru 13 europeisk universitet, sum øll - so ella so - hava sjógvin til felags.
Endamálið er at menna útbúgving, gransking og nýhugsan við sjónum í miðdepli, og tí kann nýggja samstarvið kallast fyri Europeiska Sjósetrið, sum eisini hevur fingið yvir 100 milliónir krónur í stuðli úr ES.
Fróðskaparsetrið er limur á jøvnum føti við hini uiversitetini í samstarvinum, tó við tí undantaki, at Fróðskaparsetri ikki sleppur framat fíggingini, tí Føroyar ikki eru við í Erasmus+. Landsstýrið hevur nú boðað frá, at formlig fráboðan skal sendast til ES-kommissjónina um, at Føroyar vilja hava atlimaskap í Erasmus+, og tí eru vónir um, at eisini fíggjarligu dyrnar fara at gloppast í næstum.
Hendan fyrsta talgilda ráðstevnan hjá Sjósetrinum varð hildin 27. september og hevði til endamáls at kunna almenningin um nýggja samstarvið. Á skránni vóru umleið 80 framløgur frá teimum 13 universitetunum í samstarvinum, og allar umrøddu tær tey fimm evnini, sum Sjósetrið fer at arbeiða við.
378 luttakarar vóru við á talgildu ráðstevnuni, og 40 av teimum vóru fólk uttan fyri samstarvið.
Sjósetrið arbeiðir við at skapa sterk sambond millum lokalsamfeløg, ið liggja við sjógvin, og at geva lesandi og granskarum møguleika at samstarva og arbeiða við nýggjari vitan, sum kann hjálpa við samfelagsligum og umhvørvisligum avbjóðingum.
Hetta nýggja europeiska samstarvið byrjar formliga 7. november, og fjøltáttaða virksemið varir í fýra ár í fyrsta umfari.
Les meira um Sjósetrið her.