Summi hava hug at devaluera heimsins elstu fótbóltskapping, ensku FA Cup steypakappingina. Hetta hóast FA Cup røkkur heilt aftur til 1872, og Champions League røkkur bara aftur til 1992.
Men FA Cup hevur eina sjarmu, sum ikki fæst í Champions League hóast alt, og tað er, at eitt "Non League", also eitt lið úr fimtu deild røkkur fjórðingsfinaluni í FA Cup kappingini.
Fyrr í dag skrivaði "Non League" liðið, Lincoln City søgu. Hetta hendi tá Lincoln City á útivølli á Turf Moor leikvøllinum sensasjónelt vann 1-0 á Premier League liðnum, Burnley. Lincoln City er fyrsta "Non League" lið síðani áðrenn fyrri heimsbardagi brast á i 1914, sum vinnur seg í fjórðingsfinaluna í FA Cup steypakappingini.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj sigursmálið, sum Sean Raggett skoraði í 89. minutti. Ektaða gleðin hjá Lincoln spælarunum um málið er einki minni enn rørandi.
Og soleiðis halda ótrúligu søgurnar í 145 ára gomlu kappingini fram, um enn hon ikki er líka fín, sum onkur yngri kapping.