Í grein í farnu viku skrivaðu vit nakað um fyrstu nevndina í FSF. Hetta tí táverandi nevndarlimunum vóru bodnir við á ferðini til Fraklands. Nakað sum tó ikki lá fyri hjá øllum.
Í hesum skrivaðu vit, at fyrsta nevndin í Fótbóltssambandinum taldi fimm mans, og at hesir vóru Kristian Olsen, Marcus Køtlum, Jegvan M. Eliasen, Sverri Trónd og Børge B. Hansen.
Hetta var tó ikki heilt rætt. Teir fimm mannaðu seinastu nevndina, sum sat í fótbóltsdeildini hjá ÍSF. Tá FSF varð sett á stovn í 1979, varð nevndin samstunds víðkað upp í átta mans. Nýggir í nevndini vóru Heri Thorsteinsson, Jón Kjær og Jens Erik Magnussen.
Soleiðis vórðu tað hesir átta, sum mannaðu FSF av fyrstan tíð. Fótbóltssambandið varð tá skipað við tveimum nevndum - starvsnevnd og kappingarnevnd. Í starvsnevndini var Kristian Olsen fyrsti formaðurin, meðan Jón Kjær var næstformaður. Børge B. Hansen var fyrsti formaðurin í kappingarnevndini.
At enda kann so leggjast afturat, at av teimum, sum tá mannaðu nevndina, er Jens Erik Magnussen tann einasti, sum framvegis er í nevndini hjá FSF, har hann í nógv ár hevur verið formaður í landsliðsnevndini. Børge B. Hansen sat í nevndini fram til næst seinasta aðalfund, tá hann valdi at taka seg aftur, eftir at hava sitið 24 ár í nevndini. Harav var hann í 14 ár næstformaður, umframt at hann í drúgt áramál var formaður í kappingarnevndini.