Ein av yngru spælarunum hjá HB, sum tað nógva av hesum kappingarárinum hevur staðið sterkur í myndini, er argjamaðurin, Rógvi Poulsen, sum í gjár eisini taldist millum málskjúttarnar, tá hann í fyrsta minutti av seinna hálvleiki skoraði til 4-0.
– Hetta er ein fantastiska deilig kensla, og hetta er eisini fyrsta føroyameistaraheiti í bestu deildini, sum eg havi verið við til at vunnið. Allir vóru tendraðir í dag, tí nú vildu vit vísa, at vit veruliga vóru besta liðið í Føroyum, eftir at tað hevði gingið so illa í síðstuni, segði Rógvi.
– Tá vit vóru á odda 4-0, føldi eg, at vit eisini vóru hesi fýra málini betri. Men so slakaðu vit kanska eitt sindur, so KÍ slapp inn og fekk skotið tvey mál. Men vit vunnu so.










