Tað vakti stóran ans millum spælararnar og viðhaldsfólkini hjá AB, at eitt skot frá Kára Nielsen fór í málið, tá AB og Víkingur í gjár spældu javnleik 2-2 í Sarpugerði í Effo-deildini. Tað er nevniliga heili 1599 dagar síðani hann seinast skorði í bestu deildini.
Trýst her fyri at síggja málið (www.kvf.fo)
- Eg haldi ikki eg hugsaði so nógv. Eg skuldi bara skjóta. Eftirhondini snýr tað seg meiri um at fáa avsluttað álopið, so eg kann koma upp á pláss aftur, enn at skjóta upp á mál, heldur 33 ára gamli Kári Nielsen skemtiliga fyri, sum ásannar at hann við aldrinum er endaður longur afturi á vøllinum.
Seinast Kári Nielsen skoraði í bestu deildini, var 1. apríl í 2010 í Gundadali móti FC Suðuroy. Tá spældi hann við HB. Tað var fyrsta umfar tað kappingarárið og dysturin enn við javnleiki 4-4.
- Tað hoyrir eisini við til søguna, at eg ikki havi spælt í hálvt annað ár av teimum. Eg spældi eisini í 1.deild við HB og fekk nøkur mál, staðfestur Kári Nielsen, sum skoraði trý mál fyri 1.deild hjá HB í 2013.
33 ára gamli miðvallarin hevur fingið fótin fyri seg, eftir at hann í fjørsummar skifti frá HB til AB. Hóast drúgvar royndir, so er hann ikki millum teir málsøknu miðvallararnar. Hann hevur skotið níggju mál í 278 dystum. Tað er áleið eitt mál fyri hvørjar 31 dystir.
- Tað passar væl saman við, at hetta er dystur nummar 32 hjá mær fyri AB. So hetta er í tráð við gongdina í HB eisini, sigur Kári Nielsen, sum í gleðisrúsinum bóltaði rút á vøllinum.
- Eg og børnini høvdu hugt eftir kaving í sjónvarpinum fyrr um dagin. Eg haldi tað er har eg fekk í blástur, men um tað ikki sær so pent út, so var tað tí vindurin órógvaði, sigur Kári Nielsen at enda.
Sambært tølunum, so mugu argjafólk nú brynja seg við toli, tí tað verða 31 dystir til Kári Nielsen skorar sítt mál nummar tíggju í bestu deildini.