Fyrsta M.A.-prógvið í føroyskum

Fríggjadagin 24. februar 2006 fekk Sólvá Jónsdóttir í Havn, sum tann fyrsti studenturin, handað M.A.-prógv í føroyskum eftir lestur á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Sólvá helt fyrilestur um Paradigmiskifti (granskingarleistur) í gransking av málsligari variatión, og sjálv prógvhandanin varð eftir próvdømingina av fyrilestrinum, sum var almennur.

Sólvá Jónsdóttir er 25 ára gomul og ættað úr Hósvík, dóttir Halbjørg og Jón Olsen. Eftir lokið studentsprógv, fór hon undir Cand. Phil. lestur á Fróðskaparsetur Føroya í 2000. Í 2004 varð útbúgvingin broytt til eina M.A. í føroyskum.

Síðan 2004 hevur Sólvá undirvíst einum 2. flokki á Studenaskúlanum í Hoydølum í føroyskum, samstundis sum hon arbeiðir sum lærugreinaráðgevi í føroyskum á Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð innan vinnu- og miðnámsútbúgvingar.


: