Fyrsta kvinnan vald í FA

Fyri fyrstu ferð í 148 ára longu søguni hjá enska fótbóltssambandinum, FA, er ein kvinna nú vald at sita í leiðsluni.

 

Talan er um 56 ára gomlu Heather Rabbatts, sum saman við Roger Devlin tekur sæti sum óheftur leiðari í nýskipaðu stjórnini í FA. Hon hevur drúgvar royndir innan leiðslu og var eitt skifti forkvinna í fótbóltsfelagnum Millwall FC.

 

- Hetta er ein heilt serlig løta hjá FA, sigur nevndarformaðurin, David Bernstein, við heimasíðuna hjá enska fótbóltssambandinum.