Komandi sunnudag verður úttøkukapping til føroyska triathlonlandsliðið, sum í summar skal kappast á Bermuda tá Oyggjaleikir verða í juli mánað.
Kappast verður á sokallaða OL teininum, ið er 1500 metur svimjing, 40 km súkkling og síðan 10 renning.
Kvinnurnar kláraðu seg væl á Rhodos tá triathlon seinast var á skránni í Oyggjaleikahøpi.
Tá var tað Súsanna Skylv, Karina Ottosen og Joan Bláfoss, ið mannaðu kvinnulandsliðið.
Hjá monnum gongur Guðmundur Joensen aftur. Guðmundur er longu úttikin til landsliðið, men hann verður kortini við sunnudagin.
Í fjør, tá 1. úttøkukapping var, bleiv Gudmund úttikin. Hetta hóast punktering. Spenningur er um hvussu fer at ganga hjá Guðmundi og hinum sunnudagin.
Kravtíð er fyri at koma á landsliðið, og meðan menninir skulu klára undir tveir tímar og 15 minuttir, so skulu kvinnurnar klára undir 2 tímar og 20 minuttir!
Kappingin byrjar kl. 13. Allir luttakarar skulu møtast í Svimjihøllini í Gundadali í seinasta lagi kl. 12.30.










