Fyrsta hálkan tók bilførarar á bóli

Veturin er so smátt komin og í gjár var tann fyrsti hálkudagurin. Og løgreglan hevur nú eisini skrásett tey fyrstu óhappini, har bilførarar ikki rættiliga vóru fyrireikaðir upp á, at vegirnir vóru hálir.

 

Ein bilførari varð tikin á bóli í Eysturoy. Hann kom koyrandi ígjøgnum Norðskálatunnilin, men tá ið hann kom úr tunlinum, varnaðist hann ikki, at vegurin var hálur, og fór á glið. Bilurin fór í bilaverjuna og fekk eitt sindur av skaða, men kortini ikki verri enn so, enn at bilførarin fekk koyrt avstað aftur sjálvur.

 

Eisini Uppi við Hotel Føroyar varð ein bilførari tikin á bóli og fór á glið í hálkuni, men skaðin var ikki nevniverdur. Har er annars stór suðuroyarstevna hetta vikuskiftið, so har er rættiliga nógv fólk.

Annars er tað eisini hált ymsastaðni í morgun. Í hesum sambandi ávarar Landsverk um hálku á Gjáarskarð, Gøtueiði, á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum, á Høgareyni, á Sandavágshálsi, við Velbastaðháls og á Brekkuni Stóru í Sandoy.