– Flogfarið »Erla Kongsdóttir«, sum var fyrsta føroyska flogfarið, kundi seta seg á bæði sjógvi og á landi. Hon kom í Vágar 15. desember 1949, men longu 18. desember brotnaði flogfarið, tá tað skuldi seta seg í vøllinum eftir at vera farið á flog av Vatninum, har sjógvur varð vaskaður av flogfarinum. Flogfarið fórst so illa, at tað kom ikki á flog aftur.
Soleiðis skrivar Eyðfinnur Jacobsen, advokatur, fyrrverandi nevndarformaður í P/F Atlantsflog og fyrrverandi flúgvileiðari, í drúgvari grein í Vinnuni í Sosialinum, har hann hugleiðir um føroysku flogsøguna. Tað er í sambandi við, at Atlantsflog mikudagin fyllir 30 ár. Atlantsflog varð stovna í 1987, men byrjaði flúgvingina 28. mars í 1988.
Hann greiðir soleiðis frá:
»Vága Samferðslusøgu skriva rithøvundarnir Heini F. Petersen og Dánjal Poulsen, at P/F Føroya Flogfelag verður stovnað í 1946. Stigtakarar vóru m.a. Dánjal Niclasen, vanliga nevndur Dánjal Norðuri í Stovu í Sørvági, bróðir hansara Zakaris Niclasen, vanliga nevndur Zakaris á Skipafelagnum, Ewald Kjølbro í Klaksvík og Vága Trolarafelag.
Felagið leigaði eitt DC – 3 flogfar frá Scottish Airlines ltd. Flogið var eina ferð um vikuna til Keypmannahavnar umvegis Prestwick í Skotlandi og sama veg heimaftur. Fyrsta ferðin var 12. juli 1946 og seinasta ferðin var í oktober 1946. Tá vóru einar 12 ferðir gjørdar. Ferðaseðilin millum Vágar og Keypmannahavn kostaði tá slakar 700 kr, men hóast henda høga kostnað, hevði felagið eitt rakstrarhall á 40.000 kr. í 1946.
Hóast Føroya Flogfelag í blaðlýsing hetta árið segði, at flúgvingin skuldi byrja aftur á várið 1947, varð hon ikki uppafturtikin. Ætlanin var at taka flúgvingina uppaftur í 1949, tá felagið keypti eitt flogfar av slagnum Supermarine Wickers Walrus, sum fekk navnið Erla Kongsdóttir.
Erla Kongsdóttir, sum var fyrsta føroyska flogfarið, kundi seta seg á bæði sjógvi og á landi. Hon kom í Vágar 15. desember 1949, men longu 18. desember brotnaði flogfarið, tá tað skuldi seta seg í vøllinum eftir at vera farið á flog av Vatninum, har sjógvur varð vaskaður av flogfarinum. Flogfarið fórst so illa, at tað kom ikki á flog aftur.
Reglulig rutuflogferðsla millum Føroya og umheimin byrjaði í juli mánað 1963, tá tvey flogfeløg stovnaðu flogrutu næstan samstundis, norska Bjørum Fly tann 20. juli og Flugfélag Íslands tann 23. juli. Bjørum Fly fleyg millum Vágar-Bergen-Oslo og Flugfélag Íslands fleyg millum Reykjavík-Vágar-Bergen-Keypmannahavn umframt millum Vágar og Glasgow. Í tíðarskeiðinum 4. apríl 1968 til 1. mars 1971 samstarvaðu SAS og Flugfélag Íslands um hesa farleið.
Í mars 1964 byrjaði danska felagið Scanfly í samstarvi við Skipafelagið Føroya leiguflogferðslu og í juli 1964 byrjaði eitt nýtt felag, P/F Faroe Airways, flogrutu millum Vágar og Keypmannahavn. Skipafelagið Føroyar átti hetta felagið saman við Scanfly. Faroe Airways megnaði ikki kappingina við Flugfélag Íslands og fleyg sín seinasta túr 28. september 1967.
Tann 1. mars 1971 kom flogrutan millum Føroyar og Danmarkar burturav á danskar hendur, tá Maersk Air vegna innanríkisfelagið Danair A/S einsamalt fór at røkja rutuna millum Danmark og Føroyar.«
Hetta og nógv meira um føroysku flogsøguna kann lesast í VikuskiftisSosialinum, har fyrri partur er prentaður. Seinni partur verður prentaður í mikudagsblaðnum í næstu viku.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið, men kann eisini keypast í talgildari útgávu VIÐ AT TRÝSTA HER