Fyrsta flagið loyst til nýggjan skúla

Heðin Mortensen, borgarstjóri, loysti í dag fyrsta flagið til nýggja skúlan á Hamrinum á Argjum - Vit ivaðust leingi í, um vit skuldu umvæla og útbyggja gamla skúlan á Argjum, ella vit skuldu byggja nýggjan skúla. Vit gjørdu av, at tað er rættari at byggja nýtt heldur enn at umvæla gamalt.

Tað segði Heðin Mortensen á lítlum hátíðarhaldi í sambandi við, at byrja verður at byggja nýggjan skúla á Argjum.

Jørðarbeiðið, sum Articon ger, byrjar í dag og skal eftir tíðarætlanini verða liðugt í august. Sjálv byggingin skal eftir ætlan byrja í september, og fyrsta byggistig, sum umfatar undirvísingarpartin til fyrsta til triðja flokk, skal verða liðugt í juni komandi ár.

Talan er um ein tvísporaðan skúla fyri næmingar frá fyrsta til níggjunda flokk.

Øll byggingin skal verða liðug til skúlabyrjan í 2010.