Stórur áhugi er, nú Sunleif Rasmussen hevur skrivað sína fyrstu symfoni. Hetta er samstundis fyrsta føroyska symfoniin, ið nevnist Symfoni nr 1 - Oceanic Days.
Sunleif hevur leitað sær íblástur í føroyskum umhvørvið og føroyskum mentanararvi. Havið og lívið í havinum hava leiklut. Eisini hevur gamli føroyski tóneikurin, ella sangurin, leiklut, tí tónasmiðurin hevur leitað aftur til kvæðini og sálmarnar. Soleiðis liggja eitt kvæðalag og eitt sálmalag, sum fjaldir hornasteinar undir symfoniini.
Sunleif greiðir frá: Tónleikur er ljóð, sum ferðast í tíð. Við hesi symfoni havi eg roynt at lagt eina rúmdimensión afturat tónleikinum. Heta havi eg gjørt við at seta tveir percussionistar og hátalararnar til annan synthesizaran aftan fyri áhoyrararnar. Sostatt verða áhoyrararnir umgyrdir av tónleiki. Har afturi í salinum virkar tónleikurin fyri tað mesta sum eitt ekkó av tí, sum fyriferst á pallinum. Eg havi roynt at instrumentera soleiðis, at tónleikurin alla tíðina flytir seg í orkestrinum millum orkestrið og tónleikararnar aftan fyri áhoyrararnar.
Í kompositiónsprosessini er melodiurin í sentrum. Í byrjanini av symfoniini hoyrist nakað ógvuliga sentralt í mínum tónleiki. Út frá einum melodii í klarinettini verður tað, sum eg kalli skuggaharmonikkur, sett í gongd. Síðani kemur ein melodiur í aðruviolinunum, sum fær træblásararnar at fara upp og niður eftir tónastiganum. Ella seinni í fyrsta satsi har ein klarinettsolo setir glissandi ígongd o.s.fr.
Tann lítli tónastigin, sum vibrafonin og klokkuspælið hava í byrjanini av symfoniini, er eitt slag av ritornell, sum kemur aftur í øllum trimum satsunum í ymiskum variantum. Fyrsti satsur er ógvuliga organiskt uppbygdur. Hann aldar aftur og fram millum kamarmusikalskar passasjur og orkesturpassasjur. Her hava ein klarinettsolo, tvær soloviolinir og ein solotrompet stóran leiklut.
Annar satsur, sum verður spældur attacca, byrjar ógvuliga stillisliga. Men sum frá líður verður tónleikurin alt meira lívligur til hann at enda gerast ógvisligur. Við øðrum orðum formar satsurin seg eins og ein alda sum reisist frá dýpinum og upp har til, at hon er um at bróta. Í byrjanini av øðrum satsi hava ein solocello og ein solofagott ein týðandi leiklut.
Í fyrsta parti av triðja satsi var tað ógvuliga umráðandi hjá mær við tónleiki at royna at lýsa heimsins elsta og mest monumentala andadrátt, nevniliga havsins andadrátt. Fyrst ein harmoniskur andadráttur millum teir ymisku strúkararnar og teir báðar synthesizararnar við smáum innsløgum av blásarum í hækkandi tónum. Hetta breiðir seg út til ein størri part av orkestrinum, meðan tey soloinstrument, sum higartil hava verið presenterað, spæla ein resiterandi melodi, spjaddan út yvir tríggjar oktavar. Eftir hetta stendur alt orkestrið og andar í einum stórum harmoniskum spektri, fylgt av einum stórum klokkuklangi bæði framman og aftan fyri áhoyrararnar. Meðan hesar rørklokkur ringja av fullari megi, tónar ein stillur melodiur fram. Hesin melodiur verður spældur og sungin samstundis í ymiskum tempi av violinum og bratsjum. Eftir hetta introduseri eg tað seinasta soloinstrumentið ? tubuna. Hendan risan millum messingblásarar lati eg upptraðka eins og bláhval, sum spælir sær í sólskygdum bylgjum. Triði satsur hevur stórt sæð sama bygnað sum annar satsur: Ein risastór alda, ið reisist upp úr ongum. Eftir tað síðsta stóra orkesturklimaksið siga teir sjey solistarnir: klarinett, trompet, tvær violinir, fagott, cello og tuba stillisliga farvæl.