Fyrsta føroyska privatflogfarið kemur í morgin

Í morgin, um veðrið verður til tað, kemur Hans Hansen, flogskipari, við egna flogfari sínum til Føroya, einum Cessna-flogfari til 4 persónar, sum hann hevur keypt úr Danmark

Tað hevur ikki verið vanligt at hava sítt egna flogfar standandi á flogvøllinum í Vágum, men um veðrið verður til vildar og alt gongst eftir ætlan, kemur eitt privatflogfar av slagnum Cessna at standa á flogvøllinum frá fríggjadegnum av.

Eigarmaðurin er Hans Hansen, flogskipari, sum í mong ár hevur verið flogskipari bæði hjá útlendskum flogfeløgum og hjá Atlantic Airways, síðan føroyska felagið fór á egnar veingir.

Hans Hansen segði í stuttari viðmerking, áðrenn hann fleyg niður til Odense eftir egna flogfari sínum mikudagin, at Cessna-flogfarið til 4 persónar verður skrásett sum privatflogfar og enn eru ongar ætlanir um annað. Hósdagin gongur so leiðin til Føroya yvir Stavanger og Sunburgh í Hetlandi, og Hans Hansen roknar við at tíðin í luftini kemur at liggja um 6 tímar.


Fleiri møguleikar

Spurt verður, um ikki nógvir møguleikar liggja í at hava eitt slíkt flogfar bæði tá ið hugsað verður um oljuvinnuna sum stendur fyri durum, sjúkraflutning og flogskúla, men Hans Hansen leggur herðslu á, at hetta er eitt flogfar, hann hevur keypt til egið brúk og hava aðrir flogskiparar hug at royna seg, eru teir vælkomnir til tað.

? Flogfarið verður skrásett til privata flúgving og brúkt til tað eisini, sigur Hans Hansen. Spurdur um kostnað, sigur okkara kendasti flogskipari, at flogfarið er ikki nógv dýrari enn ein dýrur bilur, og hann ivast ikki í, at fleiri føroyingar fara at fáa sær sítt egna flogfar sum er sera vanligt í londunum uttan um okkum.