Sundalagið hevur í nógv ár borðreitt við bátum, sum hava verið frammi í oddinum. Gentumanningin á Hvassa hevur síðan miðskeiðis í 00´unum verið afturvendandi í oddinum í genturóðrinum, og Hvessingur við kvinnum hevur eisini verið sera væl við. Tað er tó líkt til, at hvørgin av hesum manningum verður at hóma í summar, tá ið kappróðurin fer av bakkastokki.
Í Sunda Róðrarfelag verður sagt, at tað stendur væl til figgjarliga, men at tað er torført at manna bátarnar. Í Hvalvík-Streymnesar Róðrarfelag er tónin hin sami.
- Tað hevur ikki eydnast okkum at manna hvørki Báruna ella Hvessing. Tó royna vit enn at fáa tað at eydnast, sigur Paula Eikhólm, sum er nevndarlimur í felagnum.
Í Sunda Róðrarfelag gongur eitt sindur betur. Her hevur tað eydnast at fáa eina dreingjamanning til fimmannafarið Hvassa, eins og smágentur eisini fara at rógva við sama báti. Serliga eru tey á Oyrarbakka fegin um dreingjamanningina. Dreingir í sundalagnum velja nevniliga ofta hondbólt og fótbólt fram um kappróður.
- Hetta er fyrstu ferð í fleiri harrans ár, at vit hava eina dreingjamanning. Av somu orsøk er torført at meta um, hvussu hesir fara at standas eg í summar, sigur forkvinna felagsins, Birna Larsen.
Flotin í Hvalvík telir tveir bátar: fimmannafarið Báruna og seksmannafarið Hvessing. Báðir bátar hava vunnið nógv, og var serliga Hvessingur fastur táttur í oddinum í 70´, 80´ og 90´ unum.
Flotin á Oyrarbakka telir eisini tveir bátar: Fimmannafarið Hvassa og áttamannafarið Sjóriddaran. Sjóriddarin hevur ikki verið á vánni í nógv ár, meðan eyðkendi vínreyði báturin Hvassi hinvegin hevur myndað genturóðurin seinastu nógvu árini.